Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen Niclasen: Tvey eftirlit virka verri enn eitt

Helgi Abrahamsen

“Vit hava eitt fíggjareftirlit, eitt tryggingareftirlit, “Det systemiske råd”, Búskaparráðið, umframt fyrisitingarnar. – Hví halda summi, at um vit bara fáa eitt eftirlit afturat, so verður ongantíð kreppa aftur?”

“Vit hava eitt fíggjareftirlit, eitt tryggingareftirlit, “Det systemiske råd”, Búskaparráðið, umframt fyrisitingarnar. – Hví halda summi, at um vit bara fáa eitt eftirlit afturat, so verður ongantíð kreppa aftur?” Tann spurningin setti Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, tá løgtingið viðgjørdi uppskotið um Landsbanka og Váðaráð í dag.

“Mín sannføring er, at tvey eftirlit virka verri enn eitt, tí við tveimum eftirlitum sita øll og bíða eftir hvørjum øðrum,” segði hann.

Jørgen Niclasen segði, at fyri honum er hetta at tveita pengar út gjøgnum vindeygað.