Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen svara spurningi um samband við kendan advokat

John William Joensen

Jørgen Niclasen svarar fyrispurning nr. 30/2013 eftir § 52a í tingskipanini frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um Gjaldstovuráðið, Samhaldsfasta og manglandi óheftni.

Jørgen Niclasenlandsstýrismaður

Svar upp á

fyrispurning nr. 30/2013 eftir § 52a í tingskipanini frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um Gjaldstovuráðið, Samhaldsfasta og manglandi óheftni.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, meðan hann hevur verið landsstýris­maður, nýtt formannin í Gjaldstovuráðnum og formannin fyri Samhalds­fasta, at arbeiða fyri seg í persónligum málum?

2. Um so er, metir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at hetta ger formannin gegnigan at vera umboð í Gjaldstovuráðnum, ið skal virka óheft av lands­stýris­manninum?

3. Røkir formaðurin í Gjaldstovuráðnum og Samhaldsfasta eftirlønargrunninum (AMEG) onnur vinnulig áhugamál? Um so er, hvørji? Og er hetta í samsvari við § 2, stk. 4 í lóg um landsins gjaldføris- og skuldarfyrisiting?

4. Grannskoðarafelagið metti ikki nakran av limum sínum vera gegnigar at vera í Gjaldstovuráðnum, hvørja støðu hevði Advokatfelagið?

5. Var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vitandi um, at ítøkiligar ætlanir og sam­ráðingar vóru um at seta part av ognini hjá Samhaldsfasta eftirlønar­grunninumm í privatu CIP tunnilsætlanina?

6. Er tað rætt, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í sambandi við, at CIP skuldi standa fyri at gera Skálafjarðartunnilin, hevur verið fyri at broyta kunngerð fyri Samhaldsfasta eftirlønargrunnin, so tað gerst møguligt at gera íløgur í eitt nú undirsjóvartunlar?

7. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at broyta lógarheimildir hjá Sam­halds­fasta eftirlønargrunninum og/ella lógarheimildina fyri umsiting av landsins gjaldføri?

Til 1 Advokatskrivstovan Hansen, Thomassen og Vinther hevur gjørt løgfrøðiligt arbeiði fyri eina familjufyritøku, ið eg havi verið stjóri fyri.

Advokatskrivstovan Hansen, Thomassen og Vinther hevur veitt løgfrøðiliga ráðgeving í einum málið fyri meg persónliga.

Til 2 og 3 Gjaldstovuráðið virkar sambært løgtingslóg nr.140 um landsins gjaldføris- og skuldarfyrisiting frá 20. desember 2012.

Sambært § 2, stk.2 er Gjaldstovuráðið skipað við 3 limum, ið landsstýrismaðurin tilnevnir fyri 4 ár í senn eftir tilmæli frá Felagnum Føroyskir Grannskoðarar, Advokatfelag Føroya og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.

Sambært § 2, stk.4 kunnu limirnir í Gjaldstovuráðnum ikki starvast í fyrisitingini hjá landsstýrisfólkunum ella á Føroya Gjaldstovu. Haraftrat stendur, at persónar, ið javnan kunnu væntast at verða ógegnigir í málsviðgerðini hjá Gjaldstovuráðnum eftir reglunum í kapittul 2 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg, ikki kunnu vera limir í Gjaldstovuráðnum.

Í viðmerkinginum til § 2, stk.4 stendur, at eingin forðing er í orðingini fyri at velja limir, sum starvast á stovnum undir aðalráðunum í Gjaldstovuráðið, tó vil spurningurin um gegni gera seg galdandi í teimum førum persónar, ið valdir eru í Gjaldstovuráðið, hava eitt eftir gegnisreglunum at døma, ov tætt tilknýti ella regluligt samskifti við eitt nú Gjaldstovuna ella hava serlig egináhugamál í røktini av landsins gjaldføri og skuld.

Lógarásettu fakfeløgini mæltu landsstýrismanninum til at velja Sigurd Poulsen, stjóra á Hagstovu Føroya, Annfinn V. Hansen, sakførara á advokatskrivstovuni Hansen, Thomassen og Vinther og Teit Samuelsen, fíggjarstjóra í P/F Bakkafrost.

Landsstýrismaðurin metir seg ikki kunna seta spurnartekin við hesi tilmælið.

Til 4 Spurningurin varð viðgjørdur millum Fíggjarmálaráðið og Grannskoðarafelagið. Fíggjarmálaráðið skeyt upp at gera broytingar í lógaruppskotinum. Eftir hetta góðtók Grannskoðarafelagið at gera tilmæli um lim til Gjaldstovuráðið.

Advokatfelagið kom ikki við nøkrum hoyringsskrivi.

Til 5 Landsstýrismaðurin var ikki vitandi um ítøkiligar samráðingar millum AMEG og CIP, men varð seinni kunnaður um at har hevði verið samskifti millum AMEG og CIP.

AMEG virkar sambært løgtingslóg nr. 39 frá 7. Mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 10.mai 2013. Samsvarandi hesi lóg virkar AMEG á sjálvstøðugum grundarlagi og tekur sostatt eisini sjálvstøðugar avgerðir. Hesum hevur landsstýrismaðurin fulla virðing fyri.

Til 6 Umbøn um broyting í kunngerðini fyri AMEG varð send Fíggjarmálaráðnum, men varð tikin aftur av AMEG beint eftir móttøkuna. Umsóknin varð sostatt ikki viðgjørd ella løgd fyri landsstýrismannin til støðutakan. Hevur AMEG ynski um broytingar í kunngerðini, skal landsstýrismaðurin fyrst taka ímóti einum ynski um hetta og vil tá taka tað til viðgerðar.

Til 7 Landsstýrismaðurin hevur í verandi løtu ongar ætlanir um at broyta lógarheimildirnar hjá AMEG ella lógarheimildina fyri umsiting av landsins gjaldføri.

Argir, 28. januar 2014

Jørgen Niclasen

landsstýrismaður

Harleyfacadeacryl