Tað skulu nakrar íløgur gerast fyrst og so verða gjøldini tikin av í Vága- og Norðoyatunnilinum, segði fíggjarmálaráðharrin á tingsins røðarapalli júst nú
Tað var í samband við munnligan fyrispurning hjá Jóhannis Joensen um bummgjaldið í tunnlunum, at Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharri helt, at tað gav ikki meining at taka pening inn, hóast lánsgjøldini eru goldin í bæði Vága- og Norðoya tunnlinum.
– Tað skulu nakrar íløgur gerast fyrst og so verða gjøldini tikin av í Vága- og Norðoya tunnilinum, segði Jørgen Niclasen



