Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Jórun Mørkøre – sterka handilskvinnan við nýggjum bakaríi

Oliver Joensen

So er nýtt bakarí aftur í hølunum har Ki (Kristian Mørkøre), Kurt Mørkøre og Jórun sjálv, áður brúktu kreftir og hugflog í ungum árum.

“Baka fyri meg”

er heitið á nýggja bakarínum, sum Jórun Mørkøre nú koyrir í stovuhæddini á sethúsunum hjá sær. Tað er handverkssnillingurin Kim Mørkøre, maður Jórunar, ið hevur rigga snotuligu hølini til.

Jórun letur væl at gongdini higartil: Eg byrjaði at baka her seinast í november, og síðani hevur gingið sum eftir ánni.

Fólk hava tikið sera væl í móti mær, so her hevur koyrt við fullari ferð líka frá byrjanini av. Eg baki alskyns køkur, tó havi eg valt ikki at gera nakað við festkøkur, til brúdleyp og tílíkt, tað lati eg konditararnar um.

Upp á fyrispurning mín, um Jórun ætlar sær at hava lærlingar og at vaksa um virkið, sigur hon avgjørd, at tað ætlar hon ikki. Nú stýri eg sjálv, hvussu nógva orku eg leggi í bakaríið, og tað ætli eg mær at halda á við, sum tú veitst, so liggur ítróttin eisini framvegis í hugaheimi mínum, og fyri stuttum fekk eg áheitan frá Treysti at hjálpa til, har eg havi møguleikar at læra frá mær av tí eg sjálv havi brúkt fyri at koma upp á tindin í ítrótt míni.

Ímeðan eg eri á vitjan í “Baka fyri meg” ringir telefonin javnt og samt. Jórun hyggur upp eina løtu og sigur so: “Jú, eg haldi at eg nú eri komin júst á røttu hyll mína”.

Hevur tú hug at fáa Jórun at baka fyri teg, so er bara at ringja á tlf. 262700. Við hvørt loysir tað seg at støkka inn á gólvið, tí har bakað verður er oftað eitthvørt til tey, ið bara koma at vita.