Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jórun Pólsdóttir tikið sæti á Løgtingi 

Miðflokkurin

Jenis av Rana er í farloyvi úr løgtingssessi sínum, og í hansara tingsess kemur Jórun Pólsdóttir.

Hetta er fyrsta ferð, at Jórun tekur sæti á Løgtingi. 

Jórun Pólsdóttir býr í Fuglafirði og er útbúgvin lívfrøðingur. Hon hevur egna ráðgevara fyritøku, sum millum annað ger umhvørviskanningar.  

Vit kenna eisini Jórun fyri hennara eldhuga fyri fuglalívi í Føroyum. Saman við Silasi Olofsson hevur hon givið út bókina ”Fuglar okkara”. 

Jórun fekk 71 atkvøður á seinasta løgtingsvali. Hon er onnur kvinnan, sum hevur hevur umboðað Miðflokkin á Løgtingi. 

Tann fyrra var Charlotta á Váli Olsen, sum røkti tingsessin sum varafólk í 2002.