Kreppufundur í Chelsea gjárakvøldið hevði við sær at Jose Mourinho var sekkjaður. Hann var mest kendur sum ein venjari í altíð var verdur eina yvirskrift í bløðunum
Hóast portugisarin, Jose Mourinho hevur verið ein av høvuðspersónunum í enskum fótbólti seinnu árini, hevur hann verið mest kendur fyri ivasaman atburð í pressuni. Hann hevur verið nógv avhildin millum fjølmiðlafólk tí hann var fyrst og fremst kendur fyri at tosað í yvirskriftum.
Altíð var onkur speisk viðmerking til leikarar – dómarar – starvsfelagar ella viðhaldsfólk hjá mótstøðuliðunum.
Flestu minnast óiva – tá hann vísti niðurgerandi atburð móti viðhaldsfólkunum hjá Liverpool á Anfield.
Hann er tann venjarin í nýggjari evropeiskari fótbóltssøgu – sum hevur havt flest pengar at arbeiða við – men hóast hann var umgirdur av eini røð av stjørnum, so hava úrslitini ikki staðið mát við ambitiónirnar hjá íleggjaranum.
Skiftandi úrsltini í ár vóru steinur oman á byrðu hjá umstrýdda Chelsea venjaranum – sum sjálvur helt seg vera nakað heilt serligt í nýggjari fótbóltssøgu.
Bestu úrslitini hjá Chelsea eru tvey ensk meistaraheiti – men málið var at gera Chelsea til eitt evropeiskt stórfelag og tær ætlanirnar eydnaðust ongantíð.
Mourinho verður av eftirtíðini óivað mettur, sum ein av nýggju venjarunum, ið dugdi sera væl at brúka fjølmiðlarnar í sínum arbeiði, sum venjari – og tí verður hann óivað saknaður meira av fjølmiðlafólki enn av leikarum og fótbóltsfjepparum.
Meistaraheitir
Hann vann:
Premier League 2005 og 2006
FA-Cup í 2007
League Cup í 2005 og 2007
Góð úrslit
Mourinho hevði ábyrgd av Chelsea í 185 dystum og vann 124 dystir spældi 40 javnar og tapti bert 21 ferðir.
Ongantíð tapt á heimavølli
Fráfarni Chelsea managarin kann vera stoltur av at hansara lið ongan dyst tapti á heimavølli meðan hann var venjari.
Á Stamford Bridge spældi Chelsea 60 dystir og vunnu 46, spældu 14 javnleikir og taptu ongan.




