Í hesum sambandi vitjar hann “Komið øll við” sendingina hjá Norðlýsinum í morgin
Julian Gregersen hevur luttikið í Pallas Spelen innandurakappingini í Malmø. Hann rann 1.500 metra teinin við tíðini 4:03.83. Hetta er nýtt føroyskt met.
Vit fáa Julian Gregersen í Komið øll við sendingina í morgin at tosa um hansara renning.



