Juni fór afturum. Veðrið í juni í ár gjørdist ikki serliga gott – flestu okkara høvdu vónað betri veður. Havi hugt í veðurarkivið og gjørt samanbering av juni í ár og juni í árunum aftur til 1998.
Veðurlag (klima) er definerað sum miðal av 30 árum. Um okkara leiðir verður tíðarskeiðið 1961 – 1990 nýtt sum útgangstøði. Á heimasíðuni hjá DMI kunnu tøl síggjast frá mátingum í Havn, á Akrabergi og við flogvøllin í Vágum. Havi valt at brúka tølini fyri Havn.
Í miðal regnaði 61 mm í juni í tíðarskeiðinum 1961 – 1990, og miðalhitin var 9,1 stig eftir hitastiganum hjá Anders Celsius. Í ár regnaði munandi meiri í juni, og miðahitin var lægri.
Tað regnaði 115 mm – t.e. 54 mm meiri enn normalurin – næstan tvífalt. Síðan 1998 hava tveir junimánaðir verið næstan líka vátir. Teir vóru í 2004 (103 mm) og 2011 (104 mm). Í 2007 regnði bert 5 mm í juni.
Hitin í juni í ár var í miðal 8,4 stig – t.e. 0,7 stig kaldari enn normalurin. 0,7 ljóðar kanska ikki av mongum, men munurin merkist. Síðan 1998 hevur juni verið kaldari 5 ferðir, enn hann var í ár. Kaldastur vóru teir í 2000 og 2012. Tá var miðalhitin 7,8 stig.
Mest máldi hitin um dagin í juni í ár vóru 12,9 stig. Tað var 6. juni, og er hetta lægsti máldi maksimumhiti fyri juni síðan árini 2000, 2001 og 2002. Øll hesi árini var hægst máldi hitini í juni 11,8 stig. Í 2013 var mesti máldi hitin 19,4 stig.
Minst máldi hitin um náttina í juni í ár var 2,1 stig. Hetta er nokkso kalt, men tað er meiri enn so hent fyrr. Í 2000, 2001 og 2002 var lægsti maldi hitin 1,6 stig. Síðan 1998 er hitin ongantíð máldur at vera undir frostmarkinum í juni, men í 2005 var nær við: 0,8 stig. Í fjør var várið gott – minst máldi hitin í juni var 6,6 stig.
Niðurstøðan fyri juni í ár er, at hann var vátur og kaldur – kølin luft kom rekandi inn yvir landið av leiðunum við Eysturgrønland stóran partin av tiðini. Okkurt avbrot var, men bert í ein dag ella so.
Nú er juli byrjaður. Við vón um, at veðrið fer at roynast betri.




