Leygardagin 3. feb. læt listaframsíning við Hedvig Johansdóttir upp í Leikalund í Klaksvík.
Hedvig er 32 ára gomul og er fødd og uppvaksin í Tórshavn. Hon er búðsitandi í Kunoy saman við familjuni, hon gift við Erling Høgnesen og saman eiga tey tvey børn.
Hedvig er útbúgvin námsfrøðingur við sergrein innan list í arbeiðinum við menniskjum, sum hava tað torført á ein ella annan hátt.
Hon hevur gingi á Kunstskolen i Hillerød í 1997. Hon gekk á Ballerup Seminariet 1997- 2001. Hedvig fór í læru hjá Kára Svensson 2000 og í 2003 gekk hon á Billedskolen á Jagtvejen í Keypmannahavn.
Hedvig hevur áður haft nógvar framsýningar, hon hevur eitt nú stilla sína list út á hesum støðum: Várframsýning í Listaskálanum – Ólavsøkuframsýningar í Listaskálanum – Føroya Húsið á Vesterbrogade – Smiðjan í Lítluvík – Snarðskivan í Tórshavn – Café BankERot í Keypmannahavn og Café Jinx í Tórshavn.
Framsýningin hesaferð í Leikalund, hevur Hedvig valgt at kallað ”Júst her… júst nú”. Íblásturin til málningarnar eru úrslit av, hvussu stórt tað er liva og uppliva, júst í dag, vitandi um hvussu nógv lættari tað er, at liva í dreymaverðini. Hetta at tora at knýta bond, elska, virka, grína, gráta, handla……ja liva við øllum teim ”feilum”, sum nú einaferð eru partur av júst okkara veruleika.
Hedvig arbeiður við akryl og dámar væl at eksperimentera. Málningarnir eru abstraktir, men geva tó tíðuliga hóming av menniskjum í ymiskum skapilsum og støðum.
Fernerisering var leygardagin 3. feb. kl. 15.00 og heldur framsýningin heldur fram mánan út.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Ókeypis atgongd
Upp -ogafturlatingartíðir hjá Leikalund:
Mánadag-Fríggjadag 10.00-20.00.




