Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JUVEL II – eftir ætlan endiliga undir føroyskt flagg

Oliver Joensen

Trúboðaraskipið Juvel II fer nú endailiga helst undir føroyskt flagg. Tað segði Óli Steinberg, trúboði, tá vit hittu hann umborð á Juvel II í morgun.

Sum flestu vita, so var Juvel II eitt militerskip tá tað bleiv keypt í 2008 til trúboðaraskip. Líka síðani hevur skipið verið skrásett í Vestindisku oyggjunum og á reyvuni á Juvel II stendur “Basse Terre” at vera heimstaðurin.

Óli Steinberg sigur, at skipið varð sum sagt bygt sum militerskip til donsku verjuna og hevði tí ongi klassapappírir. Arbeitt hevur verið við at fáa skipið skrásett í føroyum líka síðani skipið bleiv keypt til føroya og nú eru útlit til, at hetta endiliga fer at eydnast. Vit eru klárir at heysa føroyska flaggið í húnar hátt so skjótt sum vit hava góðkenningina í hondini.

Tá Norðlýsið var umborð í morgun, hittu vit Jógvan Páll Sevdal, John Mikkelsen, Árna Hansen, Pól Norðoy og Óla Steinberg.

2. Hvítusunnudag, aftaná møtið í Badmintonhøllini er ætlanin at leyggja vestur í hav á veg til Grønlands. Siglt verður helst beinleiðis til Nuuk.

Trúboðaraskipið vitjar sera nógvar bygdir í Grønlandi. John Sigurðsson, sum hevur verið við á fleiri túrum sigur, at vanliga hevur verið farið úr Nuuk og norður eftir, norður í Diski víkina og so á somu pláss suður aftur til Nuuk. Síðani hevur verið fari suður eftir, suður á Kappan ígjøgnum Prins Christian Sund og norður við Eysturgrønlandi har vitjað hevur verið í seks bygdum.

Í fjørð varð skipa soleiðis fyri, at skipið fór úr Discoøkinum og heilt norður um Umanak, hetta tók ein heilan mánaða frá tí at farið var úr Jakobshavn til komið var suður aftur til Jakobshavn.

Í ár er sum skilst ætlanin at gera saman túrin norðanfyri Jacobshavn afturat tú vanliga sunnanfyri, men so verður ikki fari til Eysturgrønland í ár.

Seks mans fara at sigla Juvel II til Nuuk og tá so skipið fer á trúboðaraferð, verða 10 fólk við skipinum.