Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaffi ger okkum til betri menniskju

Danial Viðoy

Góðan morgun: Kaffi sigst vera gott fyri mangt og hvat. Eitt nú eru millum tríggir og fimm koppar av kaffi góðir mótvegis sukursjúku. Men kaffi er ikki bert likamliga gott, eisini sálarliga.

Góðan morgun: Kaffi sigst vera gott fyri mangt og hvat. Eitt nú eru millum tríggir og fimm koppar av kaffi góðir mótvegis sukursjúku. Men kaffi er ikki bert likamliga gott, eisini sálarliga.

Ein stórur koppur av kaffi om dagin kann, sambært Harvard School of Public Health, gera undurverk fyri kropp og sinn.

Væl dámdi drykkurin ávirkar eisini evni hjá menniskjanum, at taka etiskar avgerðir á arbeiðsplássinum.

Tá ið vit ikki fylla okkum við ’koffein’ frá morgunstundini, hava vit tað í roynd og veru lættari við at taka undir ómoralskum avgerðum hjá stjórum og yvirfólki annars.

Men hava vit harafturímóti fingið okkara tiltikna kaffikrúss á morgni, tora vit at vera kritiskari mótvegis ”hægri makt”, og ikki bert siga ja og nikka.

Kaffidrekkarar hava eisini minni møguleika at fáa sukursjúku, tí lívgandi droparnir eru við til at niðurbróta vínberjasukuri (glukosu), ið kann elva til vandamiklu týpu 2-diabetis.

Sambært granskarum, krevur tað av tí einstaka, at hesin drekkur eini 3 til 5 koppar av kaffi um dagin, fyri at byrgja fyri týpu 2-diabetis, skrivar Independent.