Nøgdirnar av koffein í blóðinum kunnu avdúka um kroppurin er byrjaður at útvikla parkinson, sera tíðliga í sjúkratilgongdini. Hetta skrivað japanskir granskarar í blaðnum ”Neurology” í januar útgávuni.
Granskingin vísir at fólk við parkinson upptaka minni nøgdir av Caffein og Caffeine-Metabolites í blóðinum enn fólk, sum ikki hava parkinson hóast tey drukku somu nøgdir av kaffi.



