Teir plaga at vera um 30 mans, sum hittast til týsdagsprát og -hugna. Eina andakt, morgunkaffi og prát.
Eisini gera teir útferðir, so sum til Bátasavnið í Lorvík, til Gjáar, Eiðis, Krígssavnið o.a.
Henda hugnaløtan plagar at vera í vetrahálvuni og fylgir hon skúlunum. Tá ið skúlin hevur summarfrí, hava teir eisini summarfrí.
Hugnaligt við góðum sangi á morgni, og gjørdu Poul Havn og Jákup á Fløtti løtuna ikki keðiligari við teirra frálíka spæli.
Takk fyri kaffi og hugna.























