Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kaffisølan hjá KÍ gav 125.000 krónur í 2024

Jákup Ósá

KÍ hevur eitt sera væl virkandi kaffisølutoymið, sum á hvørjum ári hugnar um til heimadystirnar og eisini skaffar felagnum stóra inntøku.

Afturat hesum er hetta ein góð inntøka til felagið, tí upphæddirnar eru mangan stórar. Á veitslu fyri KÍ-hjálparfólkum í vikuni handaðu Kaffikonurnar hjá KÍ inntøkuna, sum í 2024 var 125.000 krónur. Sagt var, at hetta kanska var eitt miðal ár, tí sølan hevur verið bæði hægri og lægri áður.