Kaj Leo í Bartalsstovu er í dag úttikin til A-landsliðið
Kaj Leo í Bartalsstovu er í dag úttikin til A-landsliðið í fótbólti.
Hetta kemst av, at Símun Samuelsen hevur ein skaða, ið gerat hann ikki fær verið við landsliðinum, sum skal spæla venjingardyst í Íslandium eina góða viku. Ístaðin hevur Lars Olsen tikið 22 ára gamla Víkingin inn íhópin, skrivar FSF heimasíðan. Kaj Leo er skrásettur fyri ein landsdyst oghevur í ár skorað 5 mál og lagt upp til 3 mál í Effodeildini.




