Tann 12. juni fór freistin at senda uppskot um nýggj nøvn til føroyska sjúkrahúsverkið. Alexandra á Dul, ið hevur samskipað nýggja samleikan, herundir navnakappingina, sigur við Kringvarpið, at har komu umleið 200 uppskot inn um nýggj nøvn til sjúkrahúsini. Men somuleiðis eru innkomin fleiri uppskot um at varðveita gomlu nøvnini. Tað verður Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum kemur at skera ígjøgnum.
Navnanevndin við Alexandru á Dul á odda hevur nú valt 4 uppskot burturúr teimum umleið 200, sum komu inn, og av teimum eru 3 uppskot nýggj nøvn, meðan tað fjórða uppskotið er at varðveita gomlu nøvnini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Norðlýsið veit, at ikki heilt fá uppskot av teimum 200 vóru um at varðveita gomlu nøvnini.
Tað er ein samd navnanevnd, ið hevur gjørt av at innstilla hesi 4 uppskotini, og hon hevur sostatt ikki tikið nakra endaliga avgerð, men spælt bóltin víðari til heilsumálaráðharran eftir at hava smalkað uppskotini úr 200 niður í fýra. Besta uppskotið fær eina virðisløn uppá 10.000 krónur. Í løtuni er landsstýrismaðurin í heilsumálum í summarfrítíð, so endaliga avgerðin væntast at verða tikin í august, sigur Alexandra á Dul.
Nýggju nøvnini, ella møguliga tey varðveittu gomlu, eru liður í at gera ein felags samleika fyri Sjúkrahúsverk Føroya. Umframt møguligu navnabroytingina av teimum trimum sjúkrahúsunum skulu sjúkrahúsini eisini fáa felags heimasíðu og búmerki. Í alt eru 500.000 krónur settar av á fíggjarlógini til felags samleikan.



