Heilsumálaráðharrin hevur nú svarað Jákupi Mikkelsen, Beini Johannesen, Steffani Klein Poulsen og Frimodt Rasmussen, løgtingsmonnum, uppá fyrispurning um sjúkrahúsini. Í svarinum kemur millum annað fram, at Heilsumálaráðið heldur fast í Menningarætlanini, sum undanfarna samgonga setti í verk.
Hóast hetta neyvan var tað, spyrjarin ella norðoyingar ynsktu at hoyra, tá spurningurin varð settur, er svarið, at Menningarætlanin hjá undanfarnu samgongu ikki verður slept, men stendur við. Heilsumálaráðharrin sigur í svarinum, at hann tekur undir við tilmælunum í Menningarætlanini, at hann fer at arbeiða víðari við ætlanini, og at sjúkrahúsverkið hevur fundir við Heilsumálaráðið fyri at tryggja, at ætlanin verður sett í verk. Landsstýrismaðurin leggur afturat, at sjúkrahúsini í nógv størri mun skulu virka sum ein samanhangandi virkislig eind.
Sostatt var lítið gott at frætta fyri tey, ið høvdu vónað, at nýggja samgongan fór at taka sær aðrar lutir fyri enn undanfarna, tá tað kemur til sjúkrahúsverkið, herundir at styrkja lokala samleikan hjá teimum trimum sjúkrahúsunum.



