Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo Johannesen: Onkur má skera ígjøgnum

Helgi Abrahamsen

”Eg leggi einki í, hvat matriklarnir eita. Eg hugsi um sjúklingin.”

”Eg leggi einki í, hvat matriklarnir eita. Eg hugsi um sjúklingin.”

Kaj Leo Johannesen, framsøgumaður fyri Sambandsflokkin, helt eina rættiliga yvirskipaða røðu í sambandi við orðaskiftið um sjúkrahúsálitið.

”Tað sum alt snýr seg um, er at koma til røttu viðgerðina. Eg vil bara ikki koma út fyri, um eg verði við í einum ferðsluóhappi, at fólk fara at kjakast um, hvar eg skal. Onkur má skera ígjøgnum!” segði hann.

Kaj Leo Johannesen undraðist á, at vit ikki fyri langari tíð síðani hava fingið ein felags bíðilista fyri øll sjúkrahúsini. Hann tók sjálvur sín part av ábyrgdini av tí, og helt, at mong høvdu kunna gjørt nakað við tað, uttan at tað var hent.

”Nú hava vit møguleikan at gera tað,” segði hann.

Sum heild helt Kaj Leo Johannesen, at nógv góð tilmæli eru í álitinum, men hann gav tó einki ítøkiligt lyfti um, hvat hann ella flokkur hansara fóru at atkvøða, tá tað einaferð kemur so langt.

Harleywoodpaint