Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo og Jørgen eiga rós fyri ábyrgd

John William Joensen

Tað var ein løgin kensla stórur partur av Føroya fólki sat við, tá almennu fakfeløgini havnaðu uppskotinum um ikki at fara upp í løn í hesum døgum við vinnuligum hóttafalli í okkara viðkvæma samfelagi og kreppu uttan um okkum.

Tað er neyvan føroyingur, sum ikki sær, at okkara rakstarligi yvirbygningur, sum er tyngdur dyggiliga seinastu árini, er við at forkoma bæði vinnu og samfelagi sum heild.

At fíggjarmálaráðharrin tekur so lætt uppá henda tátt, at han bara resignieraði og bakkaði, og ikki tordi at siga hesum ímóti tykist ørkymlandi.

Almenni sektorurin er nú vorðin so tungur at føða, at fyri tað fyrsta orkar vinnan ikki at halda honum uppi, tað hevur hann ikki gjørt seinastu árini, uttan nýggjar skatta- og avgjaldsbyrðar og í ørðum umfari eru so mikið nógvar atkvøður at vinna her, at flestu av okkara politikarum ikki tora at mótmæla hesi skeivu gongd.

Tí fari eg at takka Kaj Leo Johannesen, løgmanni og Jørgeni Niclasen, uttanríkisráðharra fyri, at teir vísa mansmót og ábyrgd og siga, “at nú kann vera well”!

Neyðugt er nú, at fleiri vísa samfelagsábyrgd – eisini aðrir politikarar.

Jógvan við Keldu

Harleywoodpaint