Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo og René fáa møguleikan

Jákup Ósá

(Budapest) Útfrá fyrstu veningini bendur nógv á, at Kaj Leo í Bartalsstovu fær møguleikan frá byrjan. 

Føroyska landsliðið hevði í morgun sín fyrstu venjing í Budapest í Ungarn. Venjingin var á søguliga leikvøllinum, sum eitur Puskás Ferenc Stadion. Í gomlum døgum kundu fleiri enn 100.000 áskoðarar vera á hesum leikvøllinum.
Fyrsta venjingin gav ábendingar um, hvussu føroyska liðið fer at síggja út. Og nú allir leikararnir á sentrala miðvøllinum mangla vegna leikbann, so er spenningur um, hvussu Lars Olsen, landsliðsvenjari, fer at blanda kortini. Skal ein taka fyrstu venjingina sum eitt svar, so vera fleiri leikarar, sum nærum fáa sín fyrsta veruliga møguleika á landsliðnum. Tí á vinstra kanti byrjar Kaj Leo í Bartalsstovu, meðan René S. Joensen byrjar á høgra kanti. Sølvi Vatnhamar verður fluttur inn á sentrala miðvøllin saman við Rógva Baldvinsson, sum nú spælir á miðvøllinum til dagligt í Fredericia. Og aftanfyri Jóan Símun Edmundsson í álopinum verður Róaldur Jacobsen, sum sostatt verður fluttur nakað longur fram í mun til har hann til dagligt spælir í B36.
Føroyska liðið byrjar sostatt soleiðis sambært fyrstu venjingini: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Sonni Ragnar Nattestad, Atli Gregersen, Viljormur Davidsen – René S. Joensen, Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Róaldur Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Jóan Símun Edmundsson.