Kaj Leo í Bartalsstovu royndarvenur í Lyngby um vikuskiftið.
Tekniskt sterki vongurin verður ikki við hjá Víkingi sunnudagin, váttar venjarin hjá Víkingi Sigfríður Clementsen.
– Hetta er ein royndarvenjing sum hevur ligið í kortunum í longri tíð. Lyngby hevur spurt um at fingið hann og tað skuldi av røttum vera í summar, at royndarvenjingin skuldi vera. Men so komu vit víðari í Europa League og tí bleiv tað útsett. Kaj Leo verður har niðri hetta vikuskiftið og skal spæla ein venjingardyst har. Sunnudagin mangla vit eisini Sam Jacobsen, ið er farin aftur til Danmarkar, men sum tó kemur heim til steypafinaluna. Dánjal Pauli Lervig hevur leikbann, men hinvegin telur tað upp, at Sverri Jacobsen er byrjaður aftur og er partur av besta hópinum. Hann kann brúkast á nógvum plássum, sigur Sigfríður Clementsen við Norðlýsið.
Kaj Leo fór av landinum beint eftir, at hann var komin til Føroyar í gjárkvøldið við føroyska landsliðinum. Lyngby spælir í næstbestu donsku deildini og liggur á 9.plássi við 3 stigum eftir 4 umfør.




