icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo tikið seg framum Anfinn Kallsberg

John William Joensen

Vit skulu heili 33 ár aftur í tíðina tá Atli P. Dam legði frá sær eftir at hava sitið í 11 ár út í eitt í løgmansembætinum, at finna ein løgmann sum hevur roynst líka drúgvur sum Kaj Leo Holm Jóhannesen. Síðan Heimastýrislógin varð sett í gildið í 1948 eru tað einans Kristian Djurhus (Sambandsf. 9 ár) og Atli P. Dam (Javnaðarfl. 11 ár) sum hava sitið longri út í eitt sum løgmenn.

Anfinn Kallsberg var løgmaður í 5 ár, 8 mánaðar og 20 dagar. Kaj Leo Holm Jóhannesen hevur higartil sitið í embætinum í 5 ár, 9 mánaðar og 9 dagar.

Situr Kaj Leo Holm Jóhannesen eitt valskeið afturat verður hann tann persónurin sum hevur sitið longst út í eitt í embætinum.

Atli P. Dam, sáli, er tann sum hevur sitið longst í embætinum har hann í trimum ymiskum tíðarskeiðum var Løgmaður í umleið 16 ár.

Vit kunnu skoyta uppí at fríggjakvøldi tann 26. mars 2004 varð Kaj Leo valdur til formann í Sambandsflokkinum og sama ár kom flokkurin uppí landsstýrissamgongu og hevur seinasti 10 árini sitið við landsins leiðslu – bert avbrotin í sjey mánaðar í 2008 tá CHE samgongan sæt við valdinum. Tá Kaj Leo bleiv valdur til formann lovaði hann at eitt av fremstu málunum var at flokkurin skuldi hava politiska ávirkan og tað má sigast at Sambandsflokkurin hevur havt um man so er samdur við førda politikkin ella ikki.

Listin yvir Løgmenn sæst her!