Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo vil ikki viðmerkja venjaraspurningin

Jákup Ósá

Hvørki váttar ella avsannar at HB er í samráðingum við Heimi Guðjónsson.

Fyrr í dag fóru søgur at ganga, at HB leiðslan var sædd saman við fyrrverandi íslendska FH venjaranum Heimi Guðjónssyni. HB formaðurin Kaj Leo H. Johannesen vil ikki siga nakað, um samráðingar eru í gongd.

– Eg havi ikki viðmerkingar til tað. Men vit hyggja eftir møguleikunum, so at vit finna rætta venjaran. Venjarin skal tillaga seg til okkara konsept, sigur Kaj Leo H. Johannesen.

Mynd: hb.fo