Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo ynskir Sjúrði góða ferð

Helgi Abrahamsen

Fólkatingsmenninir Sjúrður Skaale og Magni Arge eru farnir til Russlands, har teir skulu luttaka á ráðstevnu fyri arktiskar parlamentarikarar.

Fólkatingsmenninir Sjúrður Skaale og Magni Arge eru farnir til Russlands, har teir skulu luttaka á ráðstevnu fyri arktiskar parlamentarikarar.

Sjúrður Skaale er formaður fyri sendinevndini hjá Fólkatinginum, ið millum annað skal samráðast um altjóða rætningslinjur fyri virksemi og íløgur í arktiska økinum, og hetta er fyrstu ferð síðani russisku innrásina á Krim, at Fólkatingið luttekur í størri parlamentariskum fundum í Russlandi.

Og júst tað at Sjúrður Skaale stendur á odda fyri ferðini vekir undran hjá Kaj Leo Johannesen, fyrrverandi løgmanni, tí Sjúrður Skaale gjørdi nógv burturúr, at Kaj Leo Johannesen á heysti í 2014 var á vitjan í landinum, sum hevði gjørt innrás á Krim. Í eini viðmerking undir tíðindaskrivinum á VP.fo skrivar Kaj Leo Johannesen soleiðis:

”Sjúrður til Russlands at samráðast sum formaður í danskari sendinevnd nú má verða í lagi tá tað er donsk nevnd, tað var øgilig rumsteran tá eg var í Russlandi á sinni frá sama persóni, men eg ynski tykkum alt tað besta og gott úrslit

Ráðstevnan í Ruslandi verður í Ulan-Ude, norðanfyri Mongolia, í døgunum 14. til 17. juni.