Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kajakrógvarar úr Klaksvík lógu nátt á Mjóvanesi

John William Joensen

Áhugin fyri kajakrógving í Klaksvík er vaksandi og á Borðoyavík síggjast menn javnan fara rógvandi framvið landið tá gott veður er

Í løtuni verður hildið til í neystinum hjá John William á Kráartanga. Talan er ikki um ein felagsskap men heldur um vinmenn sum hava fingið sær kajakrógving sum frítíðarítriv.

Róð var frá Kráartanga og allan vegin fram við Borðoyanes landinum. Vitjað var inn í holur og gjáðir og onkur royndi seg við hepni at fiska.

Síðani var róð fram við nesinum og so tvørtur um fjørðin yvir á Mjóvanes.

Komnir á Mjóvanes vóru kajakirnar tiknar upp og tjøld sett upp á nesinum. Her var matgjørt og lagið var gott tá móðu kajakrógvaranir tørnaðu inn.

Tá lýsti fyri degi var leiðin løgd víðari inn á Lambavík og síðani var koyrt við bili heimaftur.

sí myndir