Heimasíða Landsverks sigur í morgun frá vindferð upp í eitt stívt andøvsgul – 8 til 12 m/s – um alt Føroya land. Í næstan øllum støðum vísa veðurstøðirnar, at tað er turt, og at hitin er komin upp í 8 stig.
Heimasíða Landsverks sigur í morgun frá vindferð upp í eitt stívt andøvsgul – 8 til 12 m/s – um alt Føroya land. Í næstan øllum støðum vísa veðurstøðirnar, at tað er turt, og at hitin er komin upp í 8 stig.
Hátrýstryggurin, ið hevur givið okkum gott veður í einar tveir dagar ella so, er nú farin eitt sindur eystureftir. Hann er trýstur av einum lágtrýsti, ið er komið vestaneftir. Hetta lágtrýst er uppstaðið hósdagin í seinastu viku yvir eystara parti av USA, og tað hevur ment seg í nakrar dagar. Leiðin hevur liðið beint út í Norðuratlantshav, har trýstið inni í miðjuni er farið niður í 976 hPa. Í morgun er tað statt einar 500 fjórðingar suður úr Íslandi, og meldurin av luft rundan um lágtrýstdepilin – hann er ímóti klokkuni – rakar okkum í Føroyum. Tí er fyribils liðugt við høgættini – eysturættin er komin í staðin. Teir næstu dagarnar fer hetta lágtrýstið at flyta seg spakuliga í landnyrðing ímóti Føroyum.
Í dag fer vindurin at koma eystaneftir. Vindferðin fer at liggja um stívt andøvsgul, 8 til 12 m/s, men vindurin fer at vaksa út á dagin upp í hvassan vind og skrið 13 til 18 m/s úr lágari eysturætt. Hvat avfalli viðvíkur, so verður tað ikki turt í allan dag. Brúgvaløg nærkast sunnaneftir, og tey eru væntandi yvir okkum fyrrapartin – vónandi ikki ov tíðliga. Kanska um middagsleitið. Fleiri brúgvaløg standa í rað og bíða, so tað fer at vera turrari í løtum, men bert fyri aftur at fara at regna.
Í nátt fer vindur niður í landsynning-sunnan – vindferðin fer at minka eitt sindur – niður í ein strúk í vindi 10 til 15 m/s – og út ímóti morgni fer at slíta í.




