Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kallanes á makrelveiðu í kvøld

Oliver Joensen

Tað er nú nakað av tíð síðani at útróðrarbáturin Kallanes bleiv útgjørdur við norskum snellusystemi við snelluveiðu eftir makreli fyri eygað.

Eyðólvur Vang skipari og reiðari sigur, at veðrið er gott og tað ljóðar frá makreli norðanfyri, so vit hava avgjørt at fara at royna um ikki ber til at fáa nakað av makreli ný líkindini eru nøktandi. Tað ljóðar frá makreli heilt úr 5 fjórðingum norðanfyri og norður ímóti føroyska markinum. Men tað sigst eisini at makrelurin stendur spjaddur. Men hevur tú ikki “snørið” úti, so fært tú onki, so hetta verður ein roynd hjá okkum.