Fyri løtu síðani tosaðu vit við Kallanes. Árni Zachariasen, skipari segði, at teir væntaðu at vera á Klaksvík í kvøld um 21,00 tíðini.
Vit hava verið Eystanfyri í Holinum og tað var bara væl á, á tei 80 stampunum vit høvdu við. Vit rokna við at tað vigar um 10.000 pund. Slagið er Longa, brosma og hýsa.




