Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kallanes aftur av íslandsmiðunum

Oliver Joensen

Ídag kom Kallanes á Klaksvík av triðja snellitúrinum við Ísland í ár. Veðrið var gott á túrinum, sigur Eyðólvur Vang, skipari, og eg rokni við at vit hava góð 60.000 pund.

Hóast fiskiskapurin hjá okkum við Ísland hevur verið nógv lakari enn eitt nú í fjørð, so hava vit higartil fingið tríggjar góðar túrar. Tann fyrsta túrin høvdu vit 54.000 pund, næsta túrin beint undir 60.000 pund og hendan túrin munnu vit fara at liggja omanfyri 60.000. 

Tað byrjaði ikki væl teir fyrstu dagarnar, vit fingu hálvt fjórða fyrsta dagin og hálvt triðja annan dagin, men restina av teim 8 døgunum vit fiskaðu lógu vit omanfyri sjeytúsund pund, sigur Eyðólvur Vang, skipari og eigari á Kallanesi at enda. 

Harleyfacadeacryl