Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kallanes góð 16.000 pund í dag

Oliver Joensen

Nógvur fiskur er at fáa hjá útróðrarbátunum. Kallanes hevur sett 42 stampar í dag og teir meta seg til góð 16.000 und. Norðsøki setti 48 stampar og hevur júst avreitt knøpp 14.000 pund.

Av Eiði frætta vit, at nógvur fiskur er eisini hjá smáu snellubátunum, teir lógu í gjár úr 1200 pundum upp í 2000 pund. Sagt verður av Eiði, at einir 20 bátar avreiddu í gjár og í flestum teirra er bert ein maður. Skal farast eftir árunum frammanundan, so er tað tíðliga at snellubátarnir hava troffi við, so tað sær spennandi út fyri váróðrinum.