Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kallsberg, álit og at standa við síni orð

Oliver Joensen

Anfinn Kallsberg hevur valt at gera eina viðmerking um, hví ikki er gjørligt at gera eina fullveldisamgongu, hóast hon hevði talt 20 tinglimir í tinginum.

Somuleiðis Hann siguir, at Tjóðveldi valdi Fólkaflokkin frá eftir valið í januar.

Kallsberg velur síðani at fara eftir persóninum og at gera undirritaða til vantandi álitismann við júst somu orðum, sum fráfarandi løgmaður Jóannes Eidesgaard hevur gjørt fyri føroyingum og útheiminum. Hann velur enntá at vísa til, at eitt orð er eitt orð í politikki og at Tjóðveldi er trupulleikin – og at hetta skal vera orsøk til, at Føroyar ikki fáa fullveldispolitikk, men sambandspolitikk.

Til hesar útsagnir er bert at siga, at tær venda sannleikanum á høvdið:

1. Tjóðveldi bjóðaði fullveldissamgongu eftir valið 19. januar, men formaður Fólkafloksins segði greitt, at teir ynsktu ABC og at meira enn 80% av teirra baklandi ynskti hetta. Teir samráddust í eina viku um at endurskipa ABC. Aftaná hetta valdi javnaðarflokkurin at fara úr ABC og at gera Che-samgonguna. Síðani valdi javnaðarflokkurin loyniliga við ABC-flokkarnar, meðan teir vóru í samgongu við Tjóðveldi. Og nýttu síðani orðarætt somu grundgeving sum Anfinn Kallsberg fyri at leypa frá samgongusamstarvinum.
Sig so, at eitt orð er eitt orð og ein maður er ein maður – og at fólk eru álitisfólk.

2. Tá fullveldissamgongan varð skipað í mai 1998, gjørdu vit Anfinn Kallsberg til løgmann. Tá freistin at boða løgtingsformanninum frá, at ein meiriluti varð fyri samgongu, var samonguskjalið ikki liðugt ella sessirnir býttir. Tá kundu vit latið Anfinn Kallsberg farið niðan í tingið at boða frá, at hann onki úrslit hevði, og at ein annar fekk samráðingarinitiativið. Tjóðveldi hevði uttan iva fingið tað tá.
Men Anfinn Kallsberg og eg fóru í einrúm. Har segði eg Anfinni, at vit mettu fullveldismálið so týdningarmikið, at vit fegin vildu royna hetta kortini og geva honum álitið at gerast løgmaður. Men so mátti hann lova mær mann til mann, at hann sum løgmaður ongantíð fór at leypa frá avtaluni um fólkaatkvøðu um grundlóg og um fullveldisspurningin, sum vit høvdu fingið semju um. Vit tóku í hondina hvør á øðrum, hugdu í eyguni hvør á øðrum, og Anfinn lovaði mær persónliga, at hann fór ongantíð at leypa frá hesi avtalu.
Í mars 2001 boðaði Anfinn Kallsberg frá í fjølmiðlunum – og uttan at siga mær frá yvirhøvur – at hann hevði avlýst avtalaðu fólkaatkvøðuna.
Sig so, at eitt orð er eitt orð og ein maður ein maður – og at fólk eru álitisfólk.

3. Á sumri 2003 fór eg til Svøríkis á norðurlendskan fund. Rok hevði verið millum løgmann og Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinnu, um eina setan, ið hon hevði gjørt á sínum egna landsstýrisøki. Eg tosaði við Anfinn Kallsberg og gjørdi greitt, at hann kundi ikki leggja seg út í fyrisitingarligar avgerðir hjá landsstýrisfólki – men at løgamðru bert hevði heimild at hava eftirlit, at býta málsøkir og at seta ella loysa landsstýrisfólæk út starvu. Tí spurdi eg hann beinleiðis, um hann hevði nakrar ætlanir um at koyra landsstýriskvinnuna frá. Anfinn Kallsberg segði nei. Eg spurdi hann, um hann kundi lova mær, at hann ikki gjørdi nakað tílíkt meðan eg var í Svøríki. Tað lovaði hann. Tá eg var komin til Svøríkis ringdi Annlis Bjarkhamar til mín og segði frá, at løgmaður hevði koyrt hana – uttan at kunna meg og beint ímóti sínum lyfti til mín.
Sig so, at eitt orð er eitt orð og ein maður ein maður – og at fólk eru álitisfólk.

4. Í fullveldissamgonguni frá 1998-2003, fingu vit nógv dømir um, at Fólkaflokkurin atkvøddi ímóti uppskotum frá samgonauni úttalaðu seg støðugt beint ímóti avtalum í samgonguni. Veit ikki, um hetta prógvaði dygdina at vera stjórnarberandi.

5. Annars er Anfinn Kallsberg vælkomin – eins og øll onnur – at vísa ítøkiliga á, at Tjóðveldi hevur brotið nakrar politiskar avtalur í teimum samgongum, vit hava verið í.