Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kalsoyggin klár til ferðavinnuna – Kamping í Mikladali

Oliver Joensen

Mikaldalur og øll Kalsoyggin er seinnu árini vorðin sera væl umtókt millum ferðafólk. Bæði føroyingar og útlendingar ferðast í stórum tali til Kalsoynna. Hetta sæst millum annað aftur á ferðafólkatalinum hjá Sam. Túrurin út á Kallin og vitjan í Smiðjuni á Trøllanesi og Mikladali og Kópakonan í Mikladali eru sera spennandi.

Leingi hevur verið stórur eftirspurningur eftir kamping í Kalsoynni. Hetta er nú møguligt. Nú er kampingplássið í Mikladali klárt, og tað ber til hjá 8 vognum at standa á kampingplássinum. Til kampingplássið hoyrir umframt el, vatn og tøming eisini alment vesi, sum er í nýggja kampinghúsinum. Vesið í kampinghúsinum er alment, men restin av húsinum kann leigast. Húsið kann leigast um dagin til fundarhøli o.a. og eisini til yvirnáttingar. Í húsinum er køkur og alrúm í einum við køksbúnaði til 12 fólk. Á loftinum er eitt rúm, har tað er pláss hjá upp til 20 fólkum at sova. Liggjandi gestir mugu sjálvir hava liggiundirlag og soviposa við. Kampingplássið og húsið á kampingplássinum kann bíleggjast á Norðoya Kunningarstovu.

Um summarið eru eisini góðir møguleikar at keypa okkurt til matna. Í Mikladali er kafé, og á Húsum er Matstovan Viljin. Alt hetta tilsamans ger Kalsoynna til eitt upplagt ferðamál hjá øllum í summar.