Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kalsoyingar vísa kreativan og íverksetandi hugburð

Nordlysid

– Tit eru dugnalig at taka ímóti avbjóðingum við góðum treysti, og hetta er óivað størsta orsøkin til, at Kalsoyggin í dag stendur í vøkrum blóma, og vit kunnu hátíðarhalda, at Syðradalur hevur tvær heilar øldir á baki, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, í hátíðarrøðu sínari í Syðradali leygardagin.

– Tit eru dugnalig at taka ímótiavbjóðingum við góðum treysti, og hetta er óivað størsta orsøkin til, atKalsoyggin í dag stendur í vøkrum blóma, og vit kunnu hátíðarhalda, atSyðradalur hevur tvær heilar øldir á baki, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri,í hátíðarrøðu sínari í Syðradali leygardagin.

 

 

Taðvar sannur hátíðardámur á Syðradali leygardagin 9. juli 2016, tá ið bygdinhátíðarhelt sín 200 ára føðingardag.

 

Veðriðvar av tí allarbesta, og tey, sum hava tilknýti til bygdina høvdu veruligaspílað seg út at rudda og gera Syðradal kláran til henda stóra 200-árahátíðardag.

 

Syðradalurer partur av Húsa kommunu, sum hevur skrivað undir sáttmála við Klaksvíkarkommunu um sjálvbodna kommunusamanlegging, galdandi frá 1. januar 2017.

 

Einav bodnu gestunum, sum fyrireikararnir høvdu heitt á at halda eina røðu tilheiðurs fyri Syðradali, var borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim,sum sjálvur hevur røtur í bygdini og aðrastaðni á Kalsoynni.

 

Ræðusøgan gjørdist sólskinssøga

Gottkvøld øll somul

 

“Latiðei søguna doyggja, goymið hana so væl. Í dreingja sinni og moyggja, hon mikiðútrætta skal.”

 

Soleiðisendar Rasmus Effersøe yrkingina “Eg minnist úr gomlum søgum”. Í dag og í kvøldgoyma og heiðra vit søguna um Syðradal.

 

Taðer ein søga, sum byrjaði sum ein skelkandi ræðusøga, men ígjøgnum seinastu 200árini hevur hon ment seg til eina vakra sólskinssøgu.

 

Hettaer søgan um fólkini á Blankskála, sum rýmdu undan skalvi og ótta, og í staðinbúsettu seg á Syðradali. Ein teirra var tiptipoldurabbi mín, Poul úr Miðstovu áBlankskála.

 

Herfunnu tey trygd og skapaðu sær trivnað.

 

Hóastmótgongd og ovurstórar avbjóðingar, so funnu hesi fólkini eina loysn og hóraðuundan. Tey tillagaðu seg umstøðurnar og byrjaðu á nýggjum.

 

TiptipoldurabbiPoul bygdi sær eitt nýtt heim á Syðradali. Eina nýggja Miðstovu, sum framvegisstendur her, og haðani giftist langabbi mín, Jógvan, til Trøllanes.

 

Soleiðisbyrjaði søgan um Syðradal, og hetta vísir ein bjartskygdan og framfýsnanhugburð, sum framvegis eyðkennir fólkini í bygdini og í allari Kalsoynni.

 

Ein hin mest vitjaða útoyggin

Kalsoygginer útoyggj í Føroyum, og hetta hevur nakrar sjálvsagdar avbjóðingar við sær.

 

Vitliva í eini tíð, har orð sum urbanisering, sentralisering og globalisering havaalsamt meir at siga. Og tað eru nokk ikki so nógv, sum seta hesi orðini íbeinleiðis samband við Syðradal 🙂

 

Mennettupp hetta ger søguna um Syðradal og restina av Kalsoynni uppaftur meiraimponerandi.

 

Tíoyggin er ein hin mest vitjaða oyggin av føroysku útoyggjunum, og tað er ístóran mun takkað verið tí kreativa og íverksetandi hugburðinum, sum tit íoynni leggja fyri dagin.

 

Titeru dugnalig at taka ímóti avbjóðingum við góðum treysti, og hetta er óivaðstørsta orsøkin til, at Kalsoyggin í dag stendur í vøkrum blóma, og vit kunnuhátíðarhalda, at Syðradalur hevur tvær heilar øldir á baki.

 

Síggja stórar møguleikar í Kalsoynni

Mensøgan um Syðradal endar ikki her, sjálvt um broytingar eru íbúgvandi partur avtíðini, sum gongur.

 

Frá1. januar verður Húsa kommuna, sum Syðradalur er ein partur av, løgd saman viðKlaksvíkar kommunu, og soleiðis verða vit øll partur av somu kommunu.

 

Hettaer ein samanlegging, sum hevur verið leingi ávegis, og nú kunnu vit so endiligafegnast um, at hon verður førd út í lívið.

 

Einsamanlegging fer sjálvandi at kasta broytingar av sær, men eg eri fullvísur um,at hesar verða til tað betra fyri báðar partar.

 

Vit havalongu góðar royndir av samanleggingini við Mikladal og Trøllanes, og við nýggjusamanleggingini verður øll Kalsoyggin nú samanlagdur partur av Klaksvíkarkommunu, og tað gleða vit okkum til.

 

Vití Klaksvík síggja stórar møguleikar í Kalsoynni, og hinvegin halda vit okkumeisini kunna geva okkara íkast til at gera viðurskiftini á Syðradali og á Húsumuppaftur betri.

 

Sterkt samanhald um Syðradal

Sumeg segði, so er søgan um Syðradal vorðin ein sólskinssøga.

 

Ferðafólkataliðí Kalsoynna er vaksið nógv seinastu árini, og sjálvt um fastbúgvandi húskið áSyðradali bert er eitt í tali, so síggjast ofta fleiri fólk her í bygdini.

 

Bæðifólk, ið onkursvegna hava tilknýti til bygdina og oynna, men eisini fremmandferðafólk, finna stóra gleði í at vitja bygdina.

 

Ídag síggja vit veruliga, hvussu nógv fólk kenna hug á Syðradali og eru við til200-ára haldið.

 

***

 

Áðrenneg endi, vil eg eisini nýta høvið at takka øllum tykkum, sum hava skipað fyrihesum stórsligna hátíðarhaldinum. Fyriskipanarbólkurin, borgarar og hjálparfólkog Húsa kommuna. Tit eiga sanniliga rós uppiborið fyri, at tit goyma søguna umSyðradal so væl, og eg gleði meg at fylgja við í komandi pørtunum, tí hendansøgan er langt frá liðug enn.

 

SumJóannes Patursson so vakurt yrkir til ungdómin fyrst í seinastu øld:

 

Umnú nýggjar øldir líða

haltá somu leið várt starv,

atvit ikki lata svíða

dugnaloysitil hin arv,

sumvit ervdu fedrum av;

táskal lyftið, sum tú gav,

allanaldur Føroyum tryggja

føroyingunumher at byggja.

 

Hjartaligatil lukku og takk fyri.

Harleywoodpaint