Lágtrýstini fara at liggja eystan fyri Føroyar hesa vikuna og draga kalda luft til sín norðaneftir. Luftin hevur sín uppruna heilt har norðuri við Norðpólin, og har er – ikki tykkum at siga – sera kalt. Á vegnum hendanvegin ornar hon eitt sindur, og hitalagið fer at liggja undir frostmarkinum næstan alla tíðina.
Ættin fer at liggja um norðan fyri tað mesta. Onkra løtu fer hann í útnyrðing ella landnyrðing, men tær løturnar vera ikki drúgvar.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadagin:
Hann hevur ligið høgt í morgun, 3 til 8 m/s norðan, hálv- ella smáskýggjað og okkurt kavaælið. Sum líður á seinnapartin minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitalagið fer at liggja úr frostmarkinum niður í minus 6 stig.
Týsdagin – nýggjársaftan:
Veksandi vindur av landnyrðingi, úr 3 til 8 m/s um náttina um upp í 10 til 15 m/s seinnapartin. Um náttin smáskýggjað og turt, men út á fyrrapartin fer at vera ælaveður við kava. Seinnapartin verður stutt millum ælini. Um kvøldið – gamlaárskvøld – hækkar hann upp í norðan og minkar vindurin niður í 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og kavaæl, men nakað longri millum ælini. Hitin seinasta dag í árinum úr minus 6 stigum um náttina men veksur upp í minus 2 stig út á seinnapartin.
Mikudagin – nýggjársdag:
Hann fer at liggja høgt allan dagin – tann fyrsta í árinum. Vindferðin 10 til 15 m/s fyri tað mesta, men stundum eru 8 til 13 m/s. Allan dagin smáskýggjað og kavaæl. Hitin úr 2 stigum undir frostmarkinum upp í 2 stig oman fyri frostmarkið.
Hósdagin:
Um náttina og fyrrapartin liggur hann framvegis av norði, meðan vindferðin minkar úr 10 til 15 m/s niður í 5 til 10 m/s. Loftið smáskýggjað og kavaæl. Seinnapartin gongur hann vesturum til útnyrðing eina løtu, men um kvøldið kemur hann aftur høgt. Allan dagin smáskýggjað og kavaæl. Hitalagið 3 stig báðumegin frostmarkið.
Fríggjadagin:
Hann fer at liggja av norðan og útnyrðingi, vindferðin minkandi út 5 til 10 m/s um náttina niður um 5 m/s, tá ið komið er fram ímóti middegi, og soleiðis er restina av degnum. Skýloftið smá- ella hálvskýggjað og kavaæl. Hitalagið úr frostmarkinum niður í minus 5 stig.



