Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kalt er í fjøllum hjá trøllum..

John William Joensen

Í morgun 17. september vitjar heysti og nú er sjón fyri søgn at summar og vetur berjast um valdi á degi

Óvanliga nógvir bilar vóru á vegnum í morgun, fyltir á tremur við børnum og foreldrum á veg í skúla ella á dagstovn.

Mildir – tó sera kaldir alingar herja út eftir Víkini

Kavin ligur av tindinum á Kunoyarnesi og oman á Jartamannastein. Hvítt er á Myrkjanoyrafjalli, eftir Stígjum og suður eftir Oyrafjalli.
Tindurin á Háfalli kagar av og á hvítkæddur undan vátaslettingum og Hálgafelli hevur hvítan hatt. Klakkurin er sloppin undan kavanum – jú heystdagur er hóast vit sjálvdan upplivdu nakað summar.

Nøkru stutt brot úr skriftunum um kava:

Sum kavi um summarið og regn um heystið, so illa hóskar heiður dáranum. Orðat. 26,1

Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina, gjørt hana fruktbara og fylt hana við spírum, so at hon gevur sáð at sáa og breyð at eta, Esaia 55,10

Sum svalandi kavi ein dag um heystið er álítandi sendiboð honum, ið sendir hann – hann lívgar sál harra síns. Orðat. 25,13