Í morgun landar Fagraenni góð 11.000 pund av Kalva til frystivirkið hjá Antonius Olsen í Klaksvík
Fagraenni hevur roynt í góðar 10 dagar vestan fyri Føroyar.
Umframt tey 11.000 pundini av Kalva fingu teir góð fýra tons av longu, skøtu og hávi.
Hetta má sigast at vera fyrsti Kalvin sum kemur upp í Vár so nú er kalvatíðin av álvara byrjað.
Prísurin á kalva í løtuni er um 80 krónur kg.




