Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kamars-Jákup á Viðareiði dettur oman í 1889

Andras Sólstein

Hin 14. oktober í 1889 vóru viðoyingar á fjalli, og meðan teir reka í Bergsmunnanum, dettur Jacob Jacobsen oman og doyr.

Hin 14. oktober í 1889 vóru viðoyingar á fjalli, og meðan teir reka í Bergsmunnanum, dettur Jacob Jacobsen oman og doyr.

Seinri sama dag er tilburðurin fráboðaður til sýslumannin í norðoyggjum.

19. oktober er kanning og forhoyr inni á sýsluskrivstovuni í Klaksvík, har tríggir fjallmenn saman við sýslumanninum eru savnaðir. Tann einasti ið sá hendingina var 16 ára gamli Simon Peter Matras, og greiðir hann soleiðis frá.

Eg var saman við øðrum viðoyingum á fjalli við Bergsmunnan. Einaferð síggi eg, at eitt lamb sleppur úr gonguni og stoytir beint omaneftir og Jacob Jacobsen fer rennandi beint í hølunum á tíð. Jacob rann so skjótt, at tá hann kom oman á bakkatromina (til randen af skrænten) var hann ikki førur fyri at steðgað, men fór útav. Hvussu høgt tað var niðurfyri har hann fór útav, visti Simon Petur ikki fyri vist, men einar 30 favnar mundi tað vera, og tað niður á bera hellu. Hann er helst deyður beinanvegin, tí høvdið var í smildri, og sum áður sagt, Simon Peter var hin nærmasti við, tá ólukkan hendi.

Hinir báðir viðoyingarnir, sum eisini vóru við á fjalli, Jacob Petersen 50 ár, og Isak Simonsen 22 ár søgdu, at hóast teir ikki vóru nær við, har hendingin fór fram og tískil ikki sóu tilburðin, so kundu teir tó váttað, at frágreiðingin, sum Simon Petur hevði givið, og sum bleiv upplisin fyri teimum, ikki kundi vera øðrvísi.

Hin deyði bleiv førdur til Viðareiðis við einum árabáti.

Tað er ikki samsvar ímillum skrivið frá sýslumanninum og kirkjubókina fyri Norðoyggjar. Tað hevur ikki eydnast mær at greiða hetta ósamsvar. Antin er kirkjubókin ella politiprotokollin skeiv. Tað kann koma fyri, hóast hetta er rættuliga ósannlíkt, tí hendingin er á Viðareiði, har presturin eisini býr. Í kirkjubókini fyri Norðoya Prestagjald 1889 stendur at Jacob Jacobsen doyði 14 sept.

Jacob Jacobsen er deyður. 14 sept. 1889, og grivin 17 sept. Giftur húsmaður av Viðareiði. 31 ára gamal.

Presturin hevur eisini hesa viðmerkingina í kirkjubókini.

”Styrtede under fjeldgang ved Bersmundi ud over skrænten mod havet, og fantes liggende paa Hellen, med knust hoved.”

Í politifrágreiðingini stendur at enda: Oplæst og erkjendt for rigtigt, Aftraadt. Sysselmandskontoret i Klaksvig d. 19. okt. 1889. I syselmands Olsens fraværelse. N. Lützen. Udskriftens rigtighed bekræftes. N. Lützen.

Staðið ið er víst á myndini, har Jákup fór útav er helst ikki 30 favnar, men sagt verður at har á Bergsmunnafløtuni var tað, at ólukkan hendi.

Jacob Jacobsen f. 1858, varð vanliga róptur Kamars- Jákup; hann giftist í 1887 við Onnu Mariu Joensen úr Saxun og fingu tey í 1889 sonin Dánial Jacob Sofus Jacobsen. Kamars-Jákup bygdi húsið Eystur á Gili og búði har. Einkjan eftir Kamars- Jákup giftist í 1893 upp aftur við Jákup Joensen av Trøllanesi. Hon var jarðarmóðir, og búðu tey Eystur við Gili.


Keldur:

J. Símun Hansen. Tey byggja land III s. 59.

Danial Lydersen.

Føroya Landsskjalasavn.

Kirkjubókin www.history.fo

Myndir

Dánjal Lydersen.

Norðoya Fornminnasavn.