Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kamping: Hvalvíkingar sjálvandi tíðliga áveg

Danial Viðoy

SF: Tað er í dag, at stóra kampingplássið á Summar Festivalinum letur upp. Tað lat upp um middagsleitið og longu nú fjølgast við húsvognum. Hesir báðir hvalvíkingarnir eru tíðliga á veg við húsvogninum. Dagurin í dag fer við at rigga alt til, og í morgin flyta teir inn.

Í morgin flyta teir inn í húsvognin, sum hevur matrikkul sera tætt við Føroya Bjór. Um hetta er eitt tilvitað val, lata vit vera at gita um.

– Vit hava roksast her í mest sum allan dag. Verið ein túr í timburhandlinum, keypt franskar, altso franskar hotdogs, sigur Heri úr Hvalvík.

– Í morgin koma vit orduliga norður og fara so ikki úr Klaksvík fyrr enn Summar Festivalurin er endaður, siga teir við ein munn.

Tað eru ikki bara teir báðir, ið roksast við at fáa alt upp á pláss. Tað eru sera nógvir vognar, ið eru komnir á plássið seinnapartin.