Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kamping- og viðfestisvognar í Klaksvík skulu nú sýnast í Saltangará

Jóhann Lützen

Sýnini av hesum vognum verða frá 1. mai 2026 flutt úr Klaksvík til Saltangará, boðar Akstovan frá í dag

 

Umstøðurnar í og rundan um sýnshøllina í Klaksvík eru trongar og avbjóðandi til dagliga virksemið. Hetta ger tað so at siga ógjørligt at sýna vognrað, t.v.s. akfør við kamping- og viðfestisvognum. Kamping- og viðfestirvognarnir við eini heildarvekt oman fyri 750 kg skrásettir í Norðoyggjum eru lutfalsliga fáir í tali, og í Saltangará er tøkur kapasitetur at sýna hesar vognar.

Broytingarnar fevna ikki um persón- og vørubilar í Norðoyggjum. Teir verða framhaldandi sýnaðir í Klaksvík.

Tað boðar Akstovan frá í tíðindaskrivi í dag