Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kann B36 steðga steyparøðini hjá Víkingi?

Jákup Ósá

Víkingur hevur verið í finaluni síðani 2012.

Í dagsins Norðlýsið kann lesast um allar kvartfinalurnar. Har verður mett, at báðir finalistarnir í fjør hava truplar útidystir í kvartfinaluni og kunnu enda við at vera úti av kappingini í annaðkvøld. 


B36-Víkingur

Hetta er eitt ordans brak. Hvørgan avliðunum hava tapt í landskappingini og bæði tykjast vera millumtey sterkastu liðini aftur í ár. Í 1. umfarinum spældu tey einjavnan og spennandi innanhýsis dyst í Norðragøtu, ið endaði1-1. Í landskappingini hevur Víkingur 4 stig fleiri og B36 máeisini klára seg uttan Lukasz Cieslewicz í mun til seinast. Hesinskaðin ger, at B36 stendur veikari til dystirnar mótikappingarneytunum í toppinum. Tað siga hagtølini eisini. Hjá Víkingi manglar skaddi Hans Jørgen Djurhuus, men liðið hevur upplagdan avloysara í Fróða Benjaminsen. Víkingurhevur verið í steypafinaluni fimm ár á rað og er oddalið ílandskappingini, meðan B36 onga góða siðvenju hevur í steypakappingini í fleiri ár. Tí er Víkingur kanska lítil favorittur, tímarginalarnir tykjast eisini koppa til Víking í løtuni, meðan B36ikki hevur megnað at koppa nøkrum landskappingardysti til sigur.Sum útgangsstøðið vildi hetta verið ein javnur dystur, men taðer ivasamt, um eitt B36 lið uttan Lukasz Cieslewicz verður fyrstaliðið í 6 ár, sum slær Víking út áðrenn finaluna. Dystargongdin tykist eisini klár, B36 fer at hava bóltin og so fer Víkingur at royna at fanga B36 liðið, tá liðið missir í uppspælinum og ikki stendur í javnvág. Tipping: 2(0-1)

Les alt um hinar kvartfinalurnar í blaðnum, sum er komið í hvørt hús í Norðoyggjum í dag. 

Harleywoodpaint