Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kann eitt kommunustýri skipa seg við fleiri borgarstjórum ella ikki?

John William Joensen

Tíðindaskriv frá Innlendismálaráðnum ger greitt at heimild er ikki fyri at skipað seg við fleiri borgarstjórum

Tíðindabræv: Skipan av kommunustýrinum

Vísandi til at fjølmiðlarnir í dag hava viðgjørt spurningin, hvørt eitt kommunustýri kann skipa seg við fleiri borgarstjórum ella ikki, skal Innlendismálaráðið gera hesar viðmerkingar:

Kommunuviðurskifti vera, sambært § 4 stk. 1 í kommunustýrislógini, stýrd av einum kommunustýri. Formaðurin í kommunustýrinum nevnist borgarstjóri. Borgarstjórin verður, sambært § 6, stk. 2. valdur millum kommunustýrislimirnar. Talan er um ein borgarstjóra og valið av honum hevur gildið alt valskeiðið.

Veljast skal eisini ein varaborgarstjóri, hvørs uppgáva er at vera í borgarstjórans stað tá hesum berst frá. Varaborgarstjórin verður valdur við meirilutavalháttinum. Kommunustýri kann í síni stýrisskipan áseta, at veljast skulu 1. og 2. varaborgarstjórar, sum so verða valdir eftir lutfallsvalháttinum. Valið av varaborgarstjóra hevur eisini gildið alt valskeiðið

Í § 20 er ásett, at borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini. Virkar varaborgarstjórin í borgarstjórans stað, tekur varaborgarstjórin yvir allar tær skyldur, ið liggja á borgarstjóranum.

Kommunustýrislógin heimilar ikki at seta fleiri borgarstjóra at stýra eini kommunu samstundis. Skipanir við fleiri borgarstjórum ella ráðsmonnum kenna vit m.a. frá teimum stóru kommununum í Danmark, har kommunustýrislógin heimilar teimum 5 størstu kommununum at skipa seg við magistratstýri, og verða borgarstjórarnir ella ráðsmennirnir tá valdir við lutfalsvalháttinum. Heimild er ikki fyri hesi skipan í føroysku kommunustýrislógini.

Í Tinganesi 18. november 2008