Forkvinna í Vinnunevnd løgtingsins, Katrin Dahl Jacobsen, tók orðið fyri løtu síðan undir viðgerðin av fiskidøgnunum og tað sást týðliga at hon kendi seg ikki heima á økinum.
Eg haldi at løgmaður skal fara út í Nesið og fáa fíggjarstovnarnar við sær út í Nesið at tosað um hvussu teir kunnu minka flotan, var boðskapurin frá forkvinnuni í Vinnunevndini.
Hon byrjaði annars røðuna við at greiða frá hvussu áhugavert tað var at sita og lurta eftir meðan menninir sum sótu í vinnunevndini høvdu orðið – tí teir vóru so innaliga í málsviðgerðini og lógini um vinnuligan fiskiskap…
– Sjálv má eg sita langt út á næturnar og lesa álit oman á álit – men fyri tað kann ein hava eina meining um tingini.
Røðan fekk jaliga móttøku í tinginum og og varð meira yvirskipað. Orðaskiftið heldur fram, men samstundis má ein spyrja um formenn í tíðandi nevndum sum Vinnunevndini hava nøktandi amboð til at hjálpa sær tí tað kann ikki verða lætt hjá politikarum, sum eru valdir undir ymiskum fortreytum, at verða innaliga í teimum málum sum teir eru valdir at umsita.




