Stórt brot á fótbóltslógina var framt í Fuglafirði mikukvøldið.
Tað er spurningurin, eftir atdómaratoymið í Fuglafirði eftir øllum at døma ikki helt eintýðandi part av fótbóltslógini.
Í Fuglafirði var dramatikkur til taðseinasta, tá ÍF og Víkingur spældu fjórðingsfinalu íkappingini um Løgmanssteypið mikukvøldið. Eftir 120 minuttir varstøðan 3-3 og tí skuldi brotssparkskapping til. Í longduleiktíðini fekk Víkinga leikarin Dánjal Pauli Lervig reytt kortog tí spældi Víkingur við 10 móti 11 seinasta partin avdystinum.
Í brotssparkskappingini skuldu liðiniskjóta heili 10 brotsspørk í part áðrenn vinnarin var funnin.Men spurningurin er so, um síðsta orðið er sagt í hesum, tífótbóltslógin fyri brotssparkskapping er eftir øllum at dømabrotin. Í brotinum í fótbóltslógini stendur undirteiginum ”Brotssparkskapping”:
Um annað liðið hevur fleiri leikararenn mótstøðuliðið á vøllinum við dystarlok, men áðrennbrotssparkappingin er byrjað, skal tað liðið minka um talið avleikarum soleiðis, at tað samsvarar við talið av leikarum ámótstøðuliðnum. Liðskiparin skal siga dómaranum navn og nummará teimum leikarum, ið ikki longur luttaka. Leikarar sum, eru valdirfrá kunnu ikki luttaka í brótsparkkappingini.
Áðrenn byrjaðverður upp á eina brotssparkskapping, skal dómarin tryggja sær,at bæði liðini hava líka nógvar leikarar inni í miðkringinum,og teir kunnu taka brotsspørkini.
Og hyggja vit eftirbrotssparkskappingini í Fuglafirði, so vóru ikki líka nógvirleikarar á báðum liðunum til brotssparkskappingina. Hjá Víkingivóru 10 leikarar inni, tá brotssparkskappingin var, meðan 11leikarar hjá ÍF luttóku í brotssparkskappingini. 10 útileikarar,sum allir skutu hvør sítt brotsspark og so málverjin, sum stóðalla brotssparkskappingina
Norðlýsið hevur vent sær til ÍFfyri at kanna, um felagið fer at gera nakað við málið og taðfrætta vit meir um seinni. Enn er ógreitt, um eitt slíkt brot áfótbóltslógina kann fáa avleiðingar fyri útfallið av dystinum. Í ringasta føri skal brotssparkskappingin ella partur av henni takast av nýggjum, um vit t.d. samanbera við stór brot sum nevnt niðanfyri. Men enn er alt ov tíðliga at siga nakað um tað kemur so langt, og um nakað meir hendur yvirhøvur í málinum.
UEFA gav Onglandi viðhald í kæru
Herfyri var eitt mál frammi, har eittbrotsspark var í einum U19 kvinnudysti millum Noreg og Ongland. Harkolldømdi dómarin eitt brotsspark til Ongland, tí ein leikari varfarin inn í brotssteigin áðrenn skotið var. Dómarin dømdifríspark til Noregi, og tað var ein so grundleggjandi stórur feilursum fekk Ongland at kæra til UEFA. Ongland vann kæruna og dysturinbleiv tikin upp av nýggjum, har Ongland slapp at taka brotssparkiðumaftur, og dysturin bleiv tikin uppaftur, har seinastu 18 sekundini,sum vóru eftir av dystinum, tá brotssparkið bleiv dømt, blivuleikt umaftur. Tá var m.a. víst á, at fótbóltslógin var somikið greið á økinum, at eingin annar útvegur var. So erspurningurin, um nakað líknandi hendur hesaferð í Føroyum, um ÍF velurat kæra brotið á fótbóltslógina.
DR hevur lýst málið um kvinnudystinher
Meir um málið seinni….




