Lars Olsen sigur, at hann er komin til at blanda tingini saman, um hann hevur tosað um, at leikararnir hjá Kasakhstan spæla í bestu russisku deildini.
Lars Olsen sigur, at hann er komin til at blanda tingini saman, um hann hevur tosað um, at leikararnir hjá Kasakhstan spæla í bestu russisku deildini.
Tað vakti ans fyrr í vikuni, tá Norðlýsið varpaði ljós á eina útmelding hjá Lars Olsen á tíðindafundinum mánamorgunin, har hann fleiri ferðir tosaði um, at flestu leikararnir hjá Kasakhstan spældu í bestu russisku deildini.
Hevur blandað tingini
Norðlýsið hevur spurt Lars Olsen um, hvat hann meinti við, tá hann tosaði um hesar leikararnar í bestu russisku deildini.
–Ja eg havi hoyrt um hatta í føroysku miðlunum. Og eg kann ikki minnast, at eg havi sagt tað, men um eg havi, so havi eg blandað tingini saman. Eg segði at tríggir leikarar vóru frá meistarunum, sum spældu móti Celtic í Champions League, og har eru faktisk fýra leikarar, tí eyka málverjin er eisini við. Men restin burtursæð frá tveimum spæla í Kasakhstan. Kasakstan var partur av gamla Sovjetsamveldinum, har lond sum Kasakhstan, Georgia, Armenia og Azerbadjan eru blivin rættuliga pengasterk og kunnu halda uppá teirra leikarar. Hesir leikarar kundu tí tað sama spælt í Russlandi, tí spælistílurin er tann sami. Teir eru m.a. fysiskt sterkir og renna nógv. Men sum sagt, so veit eg ikki, hvussu eg eri komin at blanda hatta, um eg havi sagt hatta, sigur Lars Olsen við Norðlýsið.
Aleksey Shchetkin skal haldast eyga við
Tá vit síðani spyrja Lars um, hvørjir leikarar hjá Kasakhstan vit serliga skulu halda eygu eftir, so velur hann eina unga álopsleikaran burturúr.
–Tað er kanska serliga tann ungi álopsleikarin Aleksey Shchetkin, sum bara hevur spælt tveir dystir, sum er ein av teimum vandamiklastu. Men annars er tað heildin, har teir eru góðir uppá teirra umstillingar. Í fyrra dystinum í Kasakhstan høvdu teir eitt støðið, sum var hægri enn okkara. Men nú eru vit á heimavølli, og har eru vit vanliga væl betri enn á útivølli, sigur Lars Olsen.
Hann heldur ikki, at trýstið á sær sum landsliðsvenjara er økt, tú liðið einki stig hevur undan teimum báðum seinastu dystunum í HM undankappingini.
–Bólkurin hjá okkum er sera trupul við fýra sera sterkum liðum. So kemur Kasakhstan, sum vit ikki rættuliga kendu nakað til. Men nú hava vit tveir heimadystir eftir og málið er sjálvandi at fáa stig. Men um eg verið nøgdur við 1,3, 4 ella 6 er ringt at meta um áðrenn dystirnar. Fyri leikararnar vóni eg, at vit fáa góð úrslit, tí teir hava arbeitt hart og tað hevur verið framgongd á liðinum. Vit hava eisini fleiri ferðir verið tætt uppá at fingið stig, sigur Lars Olsen at enda.




