Tað er brennandi spurningurin, nú serligar umstøður gera, at besti báturin í føroyska kappróðrinum seinastu árini fyribils bara rør á Norðoyastevnu.
Tað er brennandi spurningurin, nú serligar umstøður gera, at besti báturin í føroyska kappróðrinum seinastu árini fyribils bara rør á Norðoyastevnu.
Tað er heilt greitt, at Klaksvíkingur ikki rør næstu stevnurnar og tí verður sera spennandi, hvussu hesin báturin, sum meir enn nakar annar hevur ímyndað toppin av føroyskum kappróðri seinastu árini, fer at klára seg á heimasjógvi á Norðoyastevnu. Júst Norðoyastevnan hevur oftað verið truplasta stevnan at vinna hjá hesum bátinum, sum á hvørjum ári hevur vunnið FM, síðani partur av hesari manningini byrjaði at rógva hjá 10-mannaførum í 2006. Klaksvíkingur hevur havt nakað av útskifting í mun til í fjør og m.a. eru tveir rógvarar við, ið aldrin áður hava róð hjá 10-mannaførum. Í dag rógva fimm 10-mannafør: Klaksvíkingur, Havnarbáturin, Eysturoyingur, Ormurin langi og Drekin Reyði. Har vænta ”serfrøðingarnir”, at kappingin um fyrsta plássið kemur at standa millum Klaksvíking og Drekan Reyða, men undan fyrstu stevnuni er hetta altíð trupult at meta um.
Lagt er upp til ein sera spennandi róður í dag og fyri fyrstu ferð rógva 10-mannaførini bara 1000 metrar. Líkindini vera eisini góð, tí tað verður bara eitt lítið lot ímóti. FM kappróðurin byrjar kl. 15.00, men áðrenn tað – kl. 13.00 – byrjar barnaróðurin.




