Ormurin Langi er helst favorittur eftir sannførandi róðurin á Norðoyastevnu samstundis sum hann rør á ”heimasjógvi”.
Á Norðoyastevnu vann Ormurin Langi ein sannførandi sigur. Klaksvíkingur hekk fastur í startinum og misti 4-5 tøk, sambært bátsformanninum Magnus Michalsen. Men hóast hetta, so kom Klaksvíkingur framum hinar bátarnir áðrenn hálvan tein. Ormurin Langi vann tó so mikið sannførandi, at tað er ikki vist, at ein betri startur hevði verið nokk hjá Klaksvíkingi. Tað fáa vit ongantíð svar uppá.
Sundalagsstevna leygardagin
Leygardagin verður næsti FM róðurin, sum tá verður í Kollafirði. Ormurin Langi er úr Tórshavn, men venur í Kollafirði, so ein kann siga, at blái báturin hevur heimasjógv hesaferð. Við Norðlýsið eftir róðurin á Norðoyastevnu segði bátsformaðurin á Orminum Langa, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, at hann ongantíð hevði tapt í Kollafirði, og at teir trívast væl har. Leygardagin fer Klaksvíkingur neyvan at hanga fastur og so fáa vit at síggja, um tað verður størri spenningur um fyrsta plássið.



