Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kann koma at spæla 100 dystir uppá tvey kappingarár

Jákup Ósá

Ungir føroyskir fótbóltsleikarar kunnu spæla heilt óvanliga nógvar dystir eitt kappingarár.

Ungir føroyskir leikarar kunnu spæla heilt óvanliga nógvar dystir eitt kappingarár.

Leikarar sum eru 21 ár ella yngri kunnu spæla við øllum vaksnamannadeildum sama vikuskiftið, tó ikki sama dag. Teir sum so eru so ungir, at teir eisini hava U18 aldur kunnu koma at spæla heilt óvanliga nógvar dystir eitt kappingarár, hóast talan ikki er um fulla spælitíð hvønn einstakan dyst. Eitt dømi í KÍ var í 2015, tá KÍ leikarin Jóannes K. Danielsen spældi ikki færri enn 48 dystir við Effodeildini, 1.deild og U18. Tann leikarin, sum kanska hevur spælt flest dystir seinastu trý árini er 18 ára gamli Adrian Justinussen úr HB. Hann kann koma at spæla 100 dystir uppá tvey kappingarár. Í fjør spældi hann 52 dystir, og í ár hevur hann higartil spælt 24 dystir, nú kappingarárið er komið áleið í helvt. Í 2015 spældi hann 40 dystir. Tann sum okkum vitandi hevur spælt flest dystir í vaksnamannadeildunum higartil í ár er 18 ára gamli Gilli Samuelsen úr B36. Hann hevur spælt 25 dystir við Effodeildini, 1.deild og U18 hjá B36. KÍ leikarin við flestu dystunum er Aksel B. Danielsen, sum hevur spælt 19 dystir.

Tað eru deildar meiningar um, hvussu gott tað er fyri hesar yngri leikararnar at spæla so nógvar dystir. Nógvar røddir halda, at tað er ikki gott fyri leikararnar at spæla nógvar dystir, tí tá fáa teir ikki vant optimalt og vísa á, at venjingin er sera týdningarmikil fyri menningina. Meðan tað eisini eru røddir sum siga, at dystirnir menna leikararnar mest. 

Adrian Justinussen (HB)

2017: 24 dystir (higartil)

2016: 52 dystir

2015: 40 dystir

Dystir higartil síðani kappingarbyrjan 2015: 116 dystir

Nakrir av leikarunum við flest dystum í vaksnamannadeildum 2017 (Effodeildin, 1.deild, 2.deild og U18)

Gilli Samuelsen (B36) 25 dystir

Adrian Justinussen (HB) 24

Tonni Thomsen (Víkingur) 23

Arnbjørn Svensson (Víkingur) 21

Petur í Túni Petersen (Víkingur) 21

Magnus Heinason (Víkingur) 21

Kelda: FaroeSoccer