Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kann landsstýrismaðurin gera sum hann sjálvur vil?

John William Joensen

Nú kunngerð um uppboðssølu av makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016, er løgd fram, hava persónligu politisku fingramerkini hjá einum landsstýrismanni, ongantíð verið so eyðsýnd.

Nú kunngerð um uppboðssølu av makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016, er løgd fram, hava persónligu politisku fingramerkini hjá einum landsstýrismanni, ongantíð verið so eyðsýnd.

Eitt er at landsstýrið hevur sett sær fyri at hava eina royndar uppboðssølu, men annað er at landsstýrismaðurin samstundis hevur sett sær fyri at gera treytirnar hjá teimum, sum ætlað at bjóða uppá kvoturnar ymiskar – alt eftir hvørjir keypararnir eru. Í Barentshavinum hevur landsstýrismaðurin avgjørt at hátturin við afturlatnari uppboðssølu skal nýtast.

Tað sæst at landsstýrismaðurin ynskir at tað skal verða so trupult sum gjørligt hjá teimum sum hava søgulig rættindi í Barentshavinum at varðveita fiskiskapin og at hann her vil gera tað so lætt hjá sokallaðum nýggjum aktørum at bjóða. Spennandi verður at síggja um vit ikki júst kenna hesir ”nýggju” aktørarnar aftur tá úrslitið av uppboðssøluni fyriliggur.

Treytirnar áttu í minstalagi at verði eins fyri øll fiskasløg og reiðarríðir, men tað tykist sum um samgongan hevur latið allan fiskivinnu politikkin upp í hendurnar á Høgna Hoydal.

At Høgni Hoydal ger sum hann sjálvur ætlar eru útsøgnirnar í Degi og Viku gjárkvøldi eitt talandi dømi um. Eftir at hava prædika í andstøðu í áratíggjur um at fylgja/lurta eftir serfrøðini, hevur hann nú eisini her broytt meining og ætlar eftir útsøgnunum sjálvur at gera tilmæli.

Í samgonguskjalinum stendur: … Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur…..

Harvið hevur samgongan bundið seg til at halda seg til lívfrøðina, men í gjár varð greitt at landstýrismaðurin dámdi ikki tilmælið frá lívfrøðingunum á Havstovuni og mælti nú til at gera ein nýggjan almennan stovn at koma við einum tilmælið.

…. Eitt er kort at lesa, annað er skip at føra!