Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kann løgmaður vera so órealistiskur og so óseriøsur

Oliver Joensen

Hugtikin av friðarløn Nobels og smálánunum hjá Yunus og Grameen banka, samstundis sum hann av øllum alvi vil steðga heimligu vinnu-lívsmonnum. Er hetta smáborgaraligt ella ber øvund uttan umhugsan.

Nýggjársrøður løgmans fáa altíð atfinningar frá andstøðuleiðarum. Soleiðis hevur verið og soleiðis fer at verða.



Hinvegin haldi eg, uttan at fara ov vítt, at henda nýggjársrøða løgmans uttan samanbering man fara í søguna, sum hin mest løgna, luftiga og fyri føringin óviðkomandi og periferiska.



Møguliga hevur hann ikki lættan leik av so mongum orsøkum.



Við temaðnum, hvussu friðarheiðurslønarmóttakarar Nobels, Muhammad Yunus og Grameen banki, gera sítt arbeiði við at lata fátækum smálán, so tey við fyritøkum kunnu seta føtur undir egið borð, tosar løgmaður um samhaldsfesti, tí sum hann sigur: “Fríu marknaðarkreftirnar greiða so langt ífrá allar trupulleikar”.



Ofta hevur verið sagt, at løgmaður undantekur at viðgera egin torgreidd mál, men tosar heldur um onnur meiri ella minni óviðkomandi viðurskifti.



Yunus, Hanus og Johan Páll

Tað má tykjast løgið fyri føroyska borgaran, at samstundis, sum løgmaður brúkar út við helmingin av røðuni at vísa hvussu hugtikin hann er av smálánunum hjá Yunus og Grameen banka, mótarbeiðir hann av øllum alvi heimligu vinnulívsfólkum, sum hava goldið og framvegis gjalda hundraðtalsmilliónir út í lønum sum ger, at onnur fáa sett fyritøkur á stovn, sum aftur geva øðrum fólkum og fyritøkum vinnumøguleikar.



Tá Johan Páll Joensen og Frank Uhrenholt keyptu Faroe Seafood Grimsby, mótmælti núverandi løgmaður harðliga og segði alment, at: “Hesir menninir mugu steðgast”.



Fyri tveimum árum síðani, tá Hanus Hansen keypti meirilutan í fyritøkuni JFK, ikki bara mótmælti løgmaður gongdini, men ynskti formannin í Føroyagrunninum frá, tí henda fyritøka nú var komin aftur har hon hoyrdi heima, nevniliga á privatar hendur.

Løgmaður vildi hava alt at ganga umaftur, rendi “land og ríki” út í satt óveður, tí hann ikki góðtók hetta, hóast rætt var atborið.



Tíbetur hevði løgmaður ikki “makt, sum hann hevði akt”.

Politikarin má virða vinnulívið og lønmóttakaran

Spurningurin vendur aftur og aftur, meinar løgmaður nakað við, at vit skulu verða millum fremstu tjóðir í 2015? Er hetta bert tos og dreymar, sum onnur hava ført hann út í?



Hesar viðmerkingar, tí sum hesi trý árini eru farin, eftir at eg var við til at velja Jóannes Ejdesgaard til løgmann, kann bert staðfestast, at hann í mongum førum er bæði órealistiskur og óseriøsur.



Eg fari tí at heita á løgmann og øll okkara løgtingsfólk, latið okkum virða okkara vinnulívsfólk og okkara lønmóttakarar á fría marknaðinum, sum er so grundleggjandi táttur undir okkara framtíðar møguleikum. Latið okkum lækkað øvundatrongdina.



Annars fari eg at ynskja bæði løgmanni, løgtingi og øllum Føroya fólki eitt gott og gróðrarríkt nýggjár við vónum um at land okkara vinnur longur fram í oddinum.



Jógvan við Keldu

løgtingsmaður og samgongulimur.