Upptakt: Av fýra málum sum eru farin ígjøgnum hjá HB eru trý av teimum komin eftir deyðbóltsstøður.
Oddaliðið er helst betri fyrireikað uppá, hvat Skála kann koma við enn, hvat B36 var, tá føroyameistararnir vitjaðu á Skála.
HB hevur beina kós móti eini kapping, har liðið fer at berjast um føroyameistaraheitið. Nakað av hepni í avgerandi støðum og dómarahjálp ímóti NSÍ og KÍ hevur hjálpt væl til, men 7 stig eru komin til høldar í trimum á pappírinum torførum dystum, hóast HB sjáldan tapir móti KÍ heima og móti TB.
Komandi tríggjar uppgávurnar hjá HB eru ímóti Skála, AB og B68 (nummar 8, 9 og 10 í løtuni). Og her bendur nógv á, at HB fer at varðveita oddassesin og kanska útbyggja leiðsluna. Tí burtursæð frá B36 dystinum á Skála, so hevur einki lið í botn trý enn megnað at tikið stig frá nøkrum topp fýra liði.
Hjá Skála fáa vit eina ábending um, hvat vit kunnu vænta á heimavølli í ár. Hóast liðið fekk øll stigini í sínum higartil einasta heimadysti, so hjálptu fortreytirnar væl tann dystin við skjótum máli og nógvum skaðum til B36. Tað er ikki vist, at slíkir faktorar spæla við hesaferð. Leygardagin fáa vit meir at vita um veruligu styrkina hjá Skála. Tá hesi bæði liðini møttust í 2014, so vann HB allar dystirnar uttan at Skála skoraði nakað mál.
Skála og HB møtast á Skála leygardagin kl. 15.00 og dómari verður Lars Múller.
Hagtøl
Toppskjútti:
2 mál: Rókur av F. Jespersen, Christian R. Mouritsen og Poul Ingason (HB)
1 mál: Álvur F. Christiansen og Edvin Jacobsen (Skála)
Flest upplegg:
3 upplegg: Christian R. Mouritsen (HB)
1 upplegg: Álvur F. Christiansen og Pauli G. Hansen (Skála)
Deyðbóltsstøður:
Skála skorað mál: 1 (av 2 málum samanlagt)
Skála latið mál inn: 3 (av 8 málum samanlagt)
HB skorað mál: 4 (av 8 málum samanlagt)
HB latið mál inn: 3 (av 4 málum samanlagt)




